Søgan

P/F Polyplast varð sett á stovan 1985. Tað vóru Justinus og Jógvan Háskor, sum í 1983 byrjaðu at arbeiða við ætlanini at fara undir rør-framleiðslu í Føroyum.

Á sumri 1984 varð byrja at grava út og stoypa á Akranesgøtu 9. Bygningurin stóð klárur at taka í nýðslu í 1985, og seinni sama ári fór framleiðslan ígongd.

Polyplast framleiðir rør úr polyethylen til vatnleiðing og kaðalverju til tann føroyska marknaðin. Rávøran kemur úr Svøríki, Finlandi og Belgien. Vatnleiðingin er í bláum liti, meðan kaðalverjan er í ymsikum litum; reytt, gult, orange, grønt og violet, alt eftir hvør kaðal skal nýtast.

Sum árini gingu, vaks goymslan av rørum og deilum nógv, og fekk Polyplast tørv á størri øki og bygningi. Á heysti 2003 flutti Polyplast í nýggjan bygning á Slættanesgøtu 3.

Hava tit nakrar spurningar eru vit altíð til reiðar at hjálpa. Vinarliga støkk inn á gólvi ella ring.

P/F POLYPLAST, Slættanesgøta 3, 100 Tórshavn

Tel. +298 317633, fax +298 318781, E-post polyplast@polyplast.fo

Gamli bygningurin á Akranesgøtu
Nýggi bygningurin á Slættanesgøtu